Upprunin til ta heldur sjáldsomu søguna er, at tað var norski rannsóknarmaðurin Otto Sverdrup, sum fann tær tríggjar oyggjarnar, tá hann var á kanningarferð har um leiðir í árunum frá 1898 til 1902. Tað sermerkta við oyggjunum er eisini, at tær hava norsk nøvn og eru uppkallaðar eftir monnunum aftan fyri tað kenda Ringnes-bryggjaríið í Oslo, sum fíggjaði kanningarferðina hjá Sverdrup.
Otto Sverdrup kravdi oyggjarnar lagdar undir norsku trúnuna, men Noreg slepti kravinum í 1930, tá kanadiska tjóðartingið rindaði Sverdrup 67.000 dollarar fyri dagbøkur hansara og kortið av umráðnum, sum hann hevði kannað. Men nú vísir tað seg, at kortið er ikki at finna ú nøkrum kanadiskum savni, og Derek Heyes vil vera við, at er kortið í Noregi, kunnu norðmenn framvegis krevja tær tríggjar oyggjarnar.
Men Noreg fer ikki at krevja oyggjarnar, sigur Karsten Kleppsvik í norska uttanríkisráðnum við Aftenposten.
-Satt at siga haldi eg, at vit eru nøgd við tað, sum vit hava, sigur hann.