Flestu norðmenn, sum hava tikið støðu til norskan ES-limaskap, eru ímóti. Ein meiningakanning, sum er almannakunngjørd í trimum bløðum í morgun, vísir, at 48,2 prosent eru ímóti, at Noreg skal fara upp í ES. 41,8 prosent siga ja.
Tvær ferðir hevur fólkaatkvøða verið í Noregi um limaskap í ES. Fyrru ferð var í 1972 og seinnu ferð í 1994, men báðar ferðir var meiriluti ímóti, skrivar NTB.










