Noreg hevur takið á Brasil

Morten Gamst Pedersen skelkaði Brasil, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki skoraðið til 1-0 í venjingardystinum, sum londini spældu mikukvøldið. Brasil svaraði tó skjótt aftur við máli frá Daniel Carvalho, men javnleikurin kundi ikki krógva, at Noreg hevur takið á Brasil. Hetta er fjórða ferðin, at grannar okkara fyri eystan spæla móti fótbóltsstórveldinum, og enn hevur Noreg ikki tapt.