Seinnapartin í dag hava norsk flogfør fyri fyrstu ferð bumbað hernaðarlig mál í Libya. Tað skrivar heimasíðan hjá norska Dagblaðnum í kvøld. - Tey bæði norsku F16-flogførini, sum hava flogið yvir Libya seinnapartin í dag, sleptu tilsamans trimum bumbum niðuryvir libyskar stríðsvognar.
Tað váttar fjølmiðlatalsmaðurin hjá FOH, Forsvarets Operative Hovedkvarter, í Noreg, John Espen Lien.
Tey bæði norsku jagaraflogførini fóru av hernaðarflogvøllinum á Kreta tíðliga seinnapartin, og flogførini vóru aftur slakar fýra tímar seinni.
Á ferðini yvir Libya sleptu norsku flogførini tvær lasarstýrdar bumbur og eina gps-stýrda bumbu móti málum í Libya.
Norska Dagblaðið skrivar, at flogførini raktu ætlaðu málini, men norski fjølmiðlatalsmaðurin vil ikki upplýsa, um mannalív lógu eftir á.
Hetta var triðja ferðin hjá norskum flogførum yvir Libya, men á teimum báðum fyrru ferðunum vórðu ongar bumbur sleptar.










