Tað eru nógvar slíkar myndir sum hendan at síggja í norskum miðlum í dag, nú illveðrið "Hans" hevur reikað og gjørt um seg í pørtum av landinum.
Sambært norskum veðurfrøðingum er væntandi, at nógva regnið, sum verið hevur, saktans kann fara at gera um seg aftur næsta samdøgrið eisini.
Viðhefta mynd er av einum húsum í Vågåmo í Vågå kommunu í Noregi, og myndin er tikin seinnapartin í dag.
Noreg er høgt land, og skriðjulopið, sum sæst á myndini, er sambært www.dagbladet.no byrjað fleiri hundrað metrar longur uppi.
Ein maður, sum hevur tikið viðheftu dronu-mynd, sigur við heimasíðuna, at her á leiðini hava áður verið skriðjulop, eftir at tað hevur regnað illa.
Men, hesaferð gekk tað tíbetur væl.
- Skriðjulopið kom heilt at húsavegginum, men eingin er saknaður, sigur borgarstjórin í býnum, Harald Sve Bjørndal, við norska Dagbladet.
##med2##