Noreg hækkar hernaðarliga tilbúgving: Eingin beinleiðis hóttan

Støðan krevur, at norska verjan økir tilbúgvningina, heldur norski forsætisráðharrin.

 

– Vit eru í tí álvarsamastu trygdarpolitisku støðuni í fleiri áratíggju, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum í dag hevur upplýst, at Noreg hevur økt hernaðarligu tilbúgvingina. - Foto: Rodrigo Freitas/Ritzau Scanpix

Norska verjan økir tilbúgvingina frá í morgin at rokna, upplýsir norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, á tíðindafundi í dag sambært norskum miðlum.

– Vit eru í tí álvarsamastu trygdarpolitisku støðuni í fleiri áratíggju, sigur Jonas Gahr Støre, á tíðindafund í dag við norskar miðlar.

Støðið hækkar frá fasu null til eitt sambært NRK. Fasa ull er normalstøða. Í fasu eitt arbeiðir norska verjan viða t útvega sær yvirlit og forstáilisi av støðuni.

Fasa eitt til fýra fevnir um ymsar fasur í friðartíð. Fasa fimm er ein aktiv operatión. Tað er sætta og síðsta fasan er ein yvirgongd aftur til normalstøðu.

– Tað einki sum bendir á, at Russland fer at víðka kríggið til onnur lond. Men økti spenningurin ger, at vit eru meira útsett fyri bæði hóttanum, njósning og ávirkan, sigur Jonas Gahr Støre sambært tíðindastovuni NTB.

– Tað ger tað neyðugt fyri øll NATO lond at vera á varðhaldi.

– Tað er eingin orsøk til at halda, at Russland fer at draga Noreg beinleiðis í kríggið, men vit mugu vera meira á varðhaldi.

Á tíðindafundinum vísir Jonas Gahr Støre á dronur, sum eru sæddar ymsastaðni í Noreg, og spreingingarnar á Nord Stream-gassleiðingarnar sum orsøkir til at vera meira á varðhaldi.

– Longu áðrenn kríggið fór stjórnin at arbeiða við at styrkja tilbúgvingina í Noreg. Vit hava gjørt tað fleiri ferðir, eftir at kríggið byrjaði, staðfestir Støre.

Hann leggur samstundis dent á, at hóttanarstøðan er álvarsom.

Sambært noraka forsætisráðharranum fara fólk ikki at síggja tær stóru broytingarnar í vanliga lívinum sum úrslit av øktu tilbúgvingini. Hann vísir á, at vaktarliðið hjá noraku heimaverjuni í dag sæst við norsku strendurnar.

– Eg haldi, at tað er gott, at vit hava sjónlig herfólk á varðhaldi í Noreg. Men sum sagt, haldi eg ikki, at hetta er nakað serliga sjónligt í gerandisdegi okkara.

/ritzau/NTB

 


 

 

– Vit eru í tí álvarsamastu trygdarpolitisku støðuni í fleiri áratíggju, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum í dag hevur upplýst, at Noreg hevur økt hernaðarligu tilbúgvingina. - Foto: Rodrigo Freitas/Ritzau Scanpix