Noreg hølvaði Danmark av

Noreg lat ongantíð nakran iva vera um, hvør er sterkari í kvinnuhondbólti. Norsku kvinnurnar ruku fram um 5-0, og Danmark slapp ikki at skora sítt fyrsta mál fyrr enn sjey og ein hálvur minuttur var farin.

 

Danmark togaði seg onkuntíð í fyrra hálvleiki upp á eina tvey máls eftirstøðu, men so skrúvaði Noreg bara upp fyri ferðini, og Danmark hevði ongan møguleika at fylgja við.

 

Noreg førdi 14-10 við steðgin, og um nakar vónaði, at Danmark fór at gera meira um seg í seinna hálvleiki, so fóru tey vónbrotin avstað.

 

Danmark megnaði als ikki at geva Noregi nakra sum helst mótstøðu, og norsku kvinnurnar gjørdu akkurát tað, teimum lysti. Har var ein greið kensla av, at Noreg ikki vildi niðurgera Danmark meira enn neyðugt.

 

Noreg skal í finaluni við EM møta Svøríki, og tað kann gerast ein spennandi dystur, tí sjálvt um Svøríki ongantíð hevur verið nær námindis einari finalu fyrr, so er landið kortni tað einasta, sum hevur megnað at givið Noreg mótstøðu. Svøríki vann nevniliga innan hýsis dystin teirra millum í innleiðandi bólkaspælinum.

 

Dysturin millum Noreg og Danmark endaði við einum knúsandi 29-19 sigri til Noreg.