EM-Hondbóltur:
Finalan bleiv júst tað brakið, sum flest øll hondbóltsáhugaði høvdu vónað og roknað við. Noreg og Russland spældu seg leygardagin í finalurnar, og júst hesi bæði londini vóru undan kappingini mett sum allarstørstu favorittarnir at vinna evropameistaraheitið, meðan Frakland og Týskland vóru yvirraskilsini, sum høvdu rokkið hálvfinalunum, uttan at nakar veruliga hevði roknað við teimum.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vegurin til hálvfinalurnar
Í millumspælinum tóku Frakland og Týskland øll á bóli. Flest øll høvdu roknað við, at Ungarn og Noreg fóru at koma víðari úr fyrsta bólki í millumspælinum, men longu í fyrsta dystinum vísti Týskland stóra styrki. Tær vunnu dystin ímóti Ungarn, og hesin dysturin vísti seg seinni at gerast avgerandi fyri, hvat av liðunum fór at røka hálvfinalunum. Týskland vann allar sínar dystir eftir hetta í millumspælinum, og sostatt hevði Ungarn ongan møguleika at fanga Týskland aftur.
Í seinna bólki í millumspælinum væntaðu tey flestu, at Russland fór at vinna bólkin, og at kappingin um annað plássið fór at standa ímillum Danmark og Frakland. Danmark hevði tó ongantíð nakran møguleika, og í staðin endaðu vertirnir úr Svøríki í tí góðu støðu, at tær við einum sigri í síðsta dystinum kundu spæla seg í hálvfinalurnar. Her møttu tær Fraklandi, og vinnarin kom helst víðari. Svensku kvinnurnar megnaðu tó ikki at halda høvdið kalt, og so takkaði Frakland fyri, og streyk avstað við síðsta plássinum í hálvfinalunum. Sostatt vóru hálvfinalistarnir, Noreg, Russland, Týskland og Frakland.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Favorittar í finaluna
Í aðrari hálvfinaluni møttust Russland og Týskland. Her var Russlandi væl betra liðið. Sjálvt um Týskland fekk betru byrjanina, so spældi Russland við eini munandi hægri leikferð. Liðini fylgdust annars væl at størsta partin av fyrra hálvleiki, men móti endanum stjól russiska stjørnan, Liudmila Postnova, myndina. Hon skoraði tríggjar ferð á rað í endanum av fyrra hálvleiki, og sostatt førdi Russland við trimum málum í hálvleikinum.
Í seinni hálvleiki streyk Russland avstað, og skjótt var munurin heili 7 mál, áðrenn Týskland aftur slapp at spæla við í dystinum. Týsku kvinnurnar komu eisini heilt niður á tvey mál, men so vildi Russland ikki meir, og at enda vunnu tær ein fult uppibornan 33-29 sigur. Trupulleikin hjá Týsklandi henda dagin var breiddin. EM-toppskjúttin Nadine Krause livdi slett ikki upp til vónirnar henda dagin, og tá ein so markantur leikari hjá Týsklandi ikki slær til, so hava tær onga aðra at seta inn í staðin.
Í seinnu hálvfinaluni hittust Noreg og Frakland. Her gjørdust Lunde-tvíburðarnir sera avgeradi fyri Noreg. Fyrsta løtan var óvanliga málrík. Bæði Noreg og Frakland byrjaðu við sera ágangandi verjuspæli, og hetta gav stór hol í verjuni, samstundis sum bæði liðini fingu fleiri mótálop. Eftir 10 minttir vóru heili 14 mál skotin, og tá førdi Frakland 8-6. Næstu løtuna bleiv tó heil friðarligt á vøllinum, og einu løtuna skoraði Noreg ikki í 12 minuttir, meðan Frakland bert fekk tvey mál hesa løtuna. Tá liðini fóru til hálvleiks var so at siga eingin munur, so avgerðin skuldi fella í seinna hálvleiki. Her fylgdust liðini eisini allan vegin, og fimm minuttir fyri leiklok var støðan 24-24, men so tóku Lunde-tvíburðarnir yvir. Katrine Lunde í málinum hevði tvær sera góðar bjargingar síðstu løtuna, og í hinum endanum skeyt Kristine Lunde trý av síðstu fýra málunum, og sostatt vann Noreg 28-24.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Noreg endurvann meistaraheitið
Nú vóru finalistarnir funnir, og her møttust teir allar størstu favorittarnir, nevniliga Noreg og Russland. Noreg legið hart út í EM-finaluni. Eftir at Russland hevði ført fyrstu fáu minuttirnar, so leyp Noregi avstað. Seliga vinstri vongurin, Kari Mette Johansen, vísti heimsklassa. Ferð aftaná ferð rann hon frá tngu russisku leikarunum, og ikki gekk log tíð, so førdi Noreg 6-3. So gekk javnt á í eina løtu, men knappliga steðgaði fullkomiliga upp hjá Russlandi. Hesa løtuna legði Noreg seg á odda við 6 málum, áðrenn Russland kundi pynta eitt sindur um støðuna undan hálvleikinum. Í hálvleikinum førdi Noreg við fýra málum.
Í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, tí Noreg var nógv betri. Tær spældi sum eitt lið, meðan Russland koyrdi í so nógv ein og ein. Í seinna hálvleiki kom Russland tó nógv betur við, men Noreg var alla tíð eitt fet framman fyri. Sum hálvleikurin leið gjørdist meir og meir greitt, at henda dystin fór Noreg at vinna. Tá Russland var tættast við, var bert eitt mál á muni, men tær komu ongantíð upp á javnelik, og sostatt vann Noreg 27-24, og dagsins leikari gjørdist Kari Mette Johansen, sum skeyt 9 mál eftir 9 royndir.
Noreg megnaði sostatt at endurvinna evropameistaraheitið, meðan Russland mátti taka til takkar við øðrum plássi. Dystin um triðja plássið vann Frakland yvir Týsklandi.