Noreg ger kvetti av oljuprísinum

Men norðmenn gjalda dýrt fyri tann góða prísin

Síðani annan páskadag hevur oljuprísurin verið oman fyri 70 dollarar fyri tunnuna, og tað kemur einum oljulandi sum Noregi væl við. Í fíggjarlógini hevur norska stjórnin roknað við, at oljuprísurin fer at liggja um 350 norskar krónur fyri tunnuna í ár, men nú gevur hvør tunna 100 krónur meiri, enn stjórnin hevði væntað. Tað merkir, at ríkiskassin fær einar 50 milliardir krónur meiri í ár, enn roknað varð við, tá fíggjarlógin bleiv gjørd.
Men tann vanligi norð­maðurin fær ikki stóra gleði av tí góða oljuprísinum, held­ur tvørturímóti, skriv­ar Aftenposten. Arn­stein O. Wigestrand, mark­naðar­serfrøðingur, sigur við blað­ið, at norskir bileigarar mugu rokna við, at bensinið fer at kosta 12 krónur fyri liturin, men at tað kann ger­ast uppaftur dýrari.
 Verður kríggj við Iran, kann oljuprísurin fara upp í 120 dollarar, og so fer bensinprísurin í Noregi upp í 15 krónur, sigur Arnstein O. Wigestrand við blaðið.