Noreg: Fýra deyð í starvi á sjónum í fyrra hálvári

- Tað, at fýra fólk higartil í ár hava latið lív, merkir, at lívið hjá fýra familjum er broytt, staðfestir virkandi stjórin í norska Sjóferðslustýrinum.

Norska Sjóferðslustýrið hevur skrásett fýra andlát í fyrra hálvári í ár, har fólk lótu lív í samband við arbeiði á sjónum.

 

- Allar hendingarnar fóru fram umborð í skipum, sum sigla undir norskum flaggi, veit Sjóferðslustýrið at siga.

 

Tvær av vanlukkunum hendu við farmaskipum, ein í fiskiskapi - og ein í ferðamannasigling.

- Vit arbeiða fyri, at eingin skal doyggja á sjónum.

 

Tað sigur virkandi stjórin í Sjóferðslustýrinum, Alf Tore Sørheim, sum vísir á, at tað, at fýra fólk higartil í ár hava latið lív, merkir, at lívið hjá fýra familjum er broytt.

 

Hann fegnast tó um, at pílarnir hava peikað rættan veg síðan 2020.

- Tað er positivt, at tølini yvir deyðsvanlukkur á sjónum minka, men vit arbeiða fram ímóti, at eingin doyr í sínum arbeiði á sjónum - heldur ikki við frítíðarbátum.

Hann sigur, at null-hugsjónin er samtykt av norsku stjórnini. 

 

- Í  Sjóferðslustýrinum eru vit í holt við at menna eina arbeiðsætlan við ítøkiligum tiltøkum fyri at minka um deyðsføllini á sjónum, sigur Alf Tore Sørheim.

 

Tað er www.skibsrevyen.no, sum ber hesi tíðindini og tøl um arbeiðsvanlukkur á sjónum við norskum skipum.

 

##med2##