Norska stjórnin setir nú hart ímóti hørðum í laksastríðnum við ES.
Á aðalfundinum hjá norska fiski- og alivinnufelagnum um vikuskiftið segði Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri, at stjórnin hevur kunnað heimshandilsfelagsskapin WTO um, at Noreg fer møguliga at seta tiltøk í verk ímóti vørum úr ES-londunum fyri at fáa betri javnvág í samhandilin. Hann vildi kortini ikki siga, hvørjar ella hvussu nógvar ES-vørur talan kann verða um.
Bondevik segði, at ES-tiltøkini ímóti norska laksinum eru brot á reglurnar hjá WTO.
? Eg vil ikki brúka eitt orð sum handilskríggj, men eg vóni ikki, at vit koma í eina tílíka støðu, segði norski forsætisráðharrin.