Noreg fer at nýta kinesiska veðurlagstøkni saman við Kina

Noreg hevur nógv at læra av Kina, sigur forsætisráðharrin í Noregi, sum vitjar Xi Jinping í Kina.

Forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre, er á vitjan í Kina frá mánadegi til mikudag

Noreg og Kina hava avgjørt at samstarva fyri at stríðast ímóti veðurlagsbroytingunum.

Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, skrivar tíðindastovan NTB. Í dag byrjaði Støre ein tríggjar daga vitjan hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping, í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing.

Nærri smálutir um samstarvið verða almannakunngjørdir seinni.

- Eg eri fegin um, at vit í morgin verða samd um tætt og skipað samstarv um veðurlag.

- Menningin av veðurlagstøkni í Kina heldur fram, og framstig eru gjørd í teirra egna búskapi, so vit hava nógv vit kunnu læra og skifta um, sigur Støre.

Á tíðindafundi sigur Xi Jinping, at Støre longu nevndi umhvørvis- og veðurlagsviðurskiftini, tá tey bæði hittust í 2010.

Tá var Støre uttanríkisráðharri.

- Eg minnist, at vit tosaðu um orku og umhvørvisvernd. Nú, meira enn tíggju ár seinni, hevur samstarv okkara á hesum økjum týdning fyri okkara tvílanda samstarv, sigur Xi Jinping.

 

/ritzau/

 

Forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre, er á vitjan í Kina frá mánadegi til mikudag