Tað var lagt upp til ein tættan og spennandi dyst millum Danmark og Noregi, sum møttust í fyrsta dysti teirra í EM-endaspælinum, sum í hesum døgum verður leikt í Noregi. Noreg vísti gott spæl og var omaná fyrstu helvt av dystinum, og kundi fara til hálvleiks við einari leiðslu á 14-10.
Noreg hevði eisini tamarhald størsta partin av seinna hálvleiki, har teir javnan hildu Danmark burtur við fimm málum. Uppmøttu áskoðararnir, sum fyltu høllina í Drammen stúgvandi fulla, fingu tó meiri spenning enn væntað, tá ið lækkaði móti endanum av dystinum. Tá ið góðir tveir minuttir vóru eftir, megnaði Danmark at koma uppá 26-27, og tá ið málverji Kasper Hvidt tók eitt brotskast frá Noregi ein minutt áðrenn leiklok, birtist vónin veruliga aftur hjá Danmark um at fáa stig. Tíverri fyri danir eydnaðist tað tó ikki at fáa mál í síðsta álopinum, og má harvið leggja rygg eitt 26-27 tap í fyrsta dystinum hetta endaspælið.
Nevnast kann, at hálvi føroyingurin á danska landsliðnum, Hans Lindberg, fekk 29 minuttir á vøllinum, og megnaði at skora tvey mál.
Bæði Danmark og Noregi skulu aftur í eldin í morgin. Kl.17.15 møtast Noreg og Russland, meðan Danmark og Montenegro bresta saman kl.19.15.
Montenegro tók øll á bóli við at fáa javnt 25-25 móti Russlandi fyrr í dag.










