Noreg: Fann uglu í brenniovninum

- Tá eg skuldi tendra í brenniovnin, hoyrdi eg okkurt merkiligt í rørinum, sum gongur upp úr ovninum.

 

Tá norðmaðurin, Vidar Isungset, sum er úr norska býnum Ål, kom í smáttu sína í Flåm og skuldi tendra í brenniovnin, hoyrdi hann okkurt løgið í rørinum, sum gongur upp úr ovninum.

- Tá eg komi í smáttuna, tendri eg altíð brenniovnin beinanvegin. Men, júst tá eg skuldi tendra í ovnin henda dagin, hoyrdi eg okkurt merkiligt í rørinum.

Norðmaðurin royndi nú at rista í rørið, og tá hoyrdi hann onkur ljóð, sum kundu bent á, at tað var ein fuglur, sum sat fastur í rørinum.

Inni í brenniovninum lógu eisini fjarðar.

Fyri at fáa fatur í fuglinum, royndi hann at loysa spjellið, sum sat rættiliga fast. Men, hetta eydnaðist tó til endans.

Tá Vidar Isungset visti, at her sat ein fuglur, tordi hann ikki so væl at taka í hann við berum hondum. Tískil fann hann sær einar tjúkkar handskar.

- Eg var spentur, tí eg hoyrdi bara fuglin, men visti ikki, hvør fuglur talan var um. Men, tá eg hevði fingið fatur í honum og hevði fingið hann út, vísti tað seg at vera ein ugla.

Í staðin fyri at sleppa ugluni leysari inni í smáttuni, so hon helst hevði flogið runt í rúminum, fór hann út um við henni og slepti henni leysari.

- Her fór hon á flog og fleyg burtur uttan nakrar trupulleikar, leggur norðmaðurin aftrat.

Tað eru fleiri norskir miðlar, sum umrøða hesa sjáldsomu hending í dag.

##med2##