Noreg fær heili 700.000 eykaskamtir aftrat av koppingarevninum, Pfizer, í august. Tað er smittuverjustjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Geir Bukholm, sum sambært VG ber hesi tíðindi í dag.
- Vit fáa áhaldandi fráboðanir um fleiri Pfizer-skamtir. Tað er fantastiskt, at vit fáa so nógv koppingarevni, tí hetta ger, at vit skjótari fáa tørvin á koppingarevni dekkaðan, sigur stjórin.
Hann vísir á, at tað eru eisini fleiri veitingar, sum verða dagførdar - skilt á tann hátt, at tær koma skjótari enn væntað. Noreg skuldi fáa 550.000 eykaskamtir í øðrum fjórðingsári, men endaliga talið verður nú 592.000.
Haraftrat fær Noreg sambært smittuverjustjóranum 700.000 eyka skamtir í juli og aftur 700.000 eyka skamtir í august. Tað merkir, skrivar VG, at samlaða talið av eyka skamtum í juni, juli og august verður tvær miljónir.
- Hetta merkir, at øll, sum ynskja tað, verða koppsett nógv fyrr enn væntað. Vit hava ikki neyvt hugt eftir, hvussu skjótt øll kunnu koppsetast, sigur Geir Bukholm.
Smittuverjustjórin leggur aftrat, at Noreg dagførir koppingarkalendaran so skjótt, sum tey fáa at vita júst, nær veitingarnar við Pfizer-koppingarevninum við koma.











