Noreg fær eina banniorðabók

Norskur málgranskari hevur savnað norskar illbønir saman í eina orðabók

Í Noregi fær mann nú eina banniorðabók. Tað er málgranskarin, Ruth Vatvedt Fjeld, sum hevur savnað saman norskar illbønir í eina samlaða orðabók.

 

Ruth Vatvedt Fjeld meinar, at orðini ikki hava verið niðurskrivað, tí tey hava verið tabu. Tí er tað sambært henni tíð uppá, at ein orðabók við banniorðum kemur. Orðabókin kemur út í heyst.

 

Norski málgranskarin hevur í nógv ár verið málráðgevi hjá norska public-service stovninum, NRK, sambært forskning.no.

 

Ruth Vadvedt Fjed hevur nærlisið ein dátugrunn við 100 milliónum av orðum frá bloggarum og øðrum norskum keldum fyri at finna brúktu banniorðini í Noregi í dag. Eisini hevur hon m.a. fingið íblástur úr sendirøðini “Skam”.

 

Hon deilir illbønir upp í fimm bólkar, sum illbønir verða bygdar uppá: Gud, illamann, kynslív, avfáing, sjúku og deyða.

 

Danski málgranskarin Marianne Rathje sigur við Videnskab.dk, at tað hevði verið eitt fínt hugskot eisini at fingið eina danska banniorðabók, soleiðis at mann kann fáa yvirlit av danska banniorðatilfeinginum.

 

Hava vit eisini brúk fyri einari føroyskari banniorðabók?