Noreg er longri enn hildið

Nýggjar mátingar vísa, at tann norska strondin 103.000 kilometrar long. Tað merkir, at hon røkkur hálva triðju ferð rundan um jørðina.

Hon er sostatt 18.000 kilometrar longri enn higartil hildið, og orsøkin til munin er sambært Nils Karbø, stjóra á norska landmátingarstovninum, at stovnurin hevur betri tól at gera mátingar við nú enn fyrr.

Í sambandi við tær níggju mátingarnar hevur stovnurin skrásett 240 oyggjar, sum ikki hava staðið á teimum almennu kortunum fyrr, og tað er ein orsøk til, at strondin er vorðin so nógv longri.