Noreg er fremst á vetrarleikunum

Finnland og Svøríki eru eisini at finna millum 10 tey ovastu londini í heiðursmerkjayvirlitinum

OL

Komandi vikuskiftið byrja olympisku vetrarleikirnir í Vancouver í Kanada.
Fer tað at ganga, sum tað plagar at ganga á olympisku vetrarleikunum, so hevur norska fólkið nógv at gleða seg til. Tí Noreg er eitt stórveldi, tá tað kemur til olympisku vetrarleikirnar. Í tí søguliga yvirlitunum, har roknað verður frá teimum fyrstu vetrarleikunum í 1924, og fram til dagin í dag, er Noreg tann nógv mest vinnandi OL-tjóðin.
Tey 20 fremstu londini í tí søguliga yvirlitinum eru hesi, við vunnum gullmerkjum, silvurmerkjum og bronsumerkjum :

Land gull silvur bronsa íalt
Noreg 98 98 84 280
Sovjetsamveldið 87 63 67 217
USA 78 80 58 216
Týskland 68 65 46 179
Eysturríki 51 64 70 185
Svøríki 43 30 44 117
Finnland 42 57 52 151
Eystur-Týskland 39 36 35 110
Kanada 38 38 43 119
Sveits 37 37 43 117
Italia 36 31 34 101
Russland 33 24 19 76
Niðurlond 25 30 23 78
Frakland 25 24 32 81
Suður-Korea 17 8 6 31
Vestur-Týskland 11 15 12 38
Japan 9 10 13 32
Stórabretland 7 3 10 20
Kina 4 16 13 33
Kroatia 4 3 0 7