Noreg er í finaluni eftir harðan bardaga við Týskland

Noreg spældi seg í HM-finaluna eftir ein hart spældan dyst móti týsku vertunum

Týskland - Noreg 25-31 (12-14)

 

Í Hamburg var Týskland á heimavølli í hálvfinaluni móti Noregi í kvøld.

Heimavøllurin gav kanska týskarum favorittleiklutin, men lagt var upp til ein spennandi dyst.

 

Týskland byrjaði best, men Noreg fekk javnvág í dystin aftur, og miðskeiðis í hálvleikinum tóku norðmenn leiðsluna, eftir at serliga Magnus Abelvik Rød á høgra bakki hepnaðist við sínum skotum.

Nakað fyri hálvleik var støðan 10-13 til Noregs, men í einum tíðarskeiðið við tveimum útvísingum báðar vegir, komu týskarar aftur. Í seinasta sekundinum økti Magnus Jøndal við brotskasti til hálvleiksstøðuna 12-14 til Noregs.

 

Hetta eftir ein hálvleik, ið líktist meira einum bardaga enn hondbólti, hóast tað kortini eisini komu flott mál báðar vegir. Men menn takklaðu sanniliga hvat teir kundu. Hetta sást eisini aftur í at Týskland fekk fimm útvísingar í fyrra hálvleiki, meðan Noreg fekk tríggjar.

 

Bardagin tóktist at halda í seinna hálvleiki. Eftir ein minutt fekk Týskland aftur eina útvísing fyri at gera ov nógv av í eini takkling, og stutt eftir fór stóri leikarin í fyrra hálvleiki, Magnus Abelvik Rød, út við skaða eftir harða viðferð.

 

Hetta skakaði tó ikki norðmenn í fyrstu atløgu, tí teir øktu upp í fýra mál á muni tíðliga í seinna hálvleiki.

Eftir 43 minuttir gjørdist brekkan enn brattari hjá týskarum tá, ið sterki striku- og verjuspælarin, Hendrik Pekeler fekk sína triðju útvísing, og har við reytt kort.

Uttan Pekeler riggaði 3-2-1 verjan hjá týskarum ikki eins væl, og norðmenn sluppu ofta til fram við og varðveittu leiðsluna.

 

Men tað gongur skjótt í hondbólti, og tá ið tríggir minuttir restaðu í, minkaði Týskland um munin niður í tvey mál. Um hetta mundi seldi Magnus Abelvik Rød seg aftur dýrt í einum gjøgnumbroti, og mátti gevast at spæla.

 

Men heimsins besti leikari 2018 sambært Handball Planet, Sander Sagosen, tók dystin í egnar hendur, og økti aftur upp í trý mál, samstundis sum norski málverjin, Torbjørn Bergerud, bjargaði í mótálopinum. Tá vóru færri enn tveir minuttir eftir, og dysturin mundi vera avgjørdur. So varð. Týskararnir høvdu einki mótsvar, og at enda vann Noreg 25-31 á týsku vertunum.

 

Tí verður HM-finalan eitt norðurlendskt brak millum Danmark og Noreg.

Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 16.30