-Eg haldi, at tað hevur verið ein sera positiv gongd í hesum máli, nú vit hava fingið eina serfrøðingarfrágreiðing, ið setir til viks allar løgfrøðiligar forðingar fyri føroyskum sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Hetta sigur Inge Lønning, norskur limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Hann hevur júst verið á fundi í Føroyum, har norðurlendski limaskapurin var til viðgerðar.
Inge Lønning sigur, at sambart nýggju frágreiðingini eru nú ongar serstakar løgfrøðiligar forðingar fyri fullum føroyskum limaskapi, og tað merkir í praksis, at tað nú eru reint politiskir spurningar støða skal takast til, áðrenn endaligur føroyskur limaskapur kemur uppá pláss.
-Vit skilja sera væl ynskið hjá føroyingum at fáa fullan sjálvstøðugan limaskap, men norska støðan er eisini tann, at vit ynskja ikki at leggja okkum út í tær bilaterala avtalur, sum eru galdandi millum Føroyar og Danmark og Grønland ella Finland og Áland.
-Men um er semja er í tingunum og stjórnunum í Føroyum og Danmark um limaskap, hvør er so norska støðan til fullan limaskap?
-Tá fara vit frá norskari síðu ikki at hava nakað ímóti fullum limaskapi.
-Merkir tað, at samamálið fer ikki at seta fót fyri føroyska ynskinum um limaskap?
-Tað er møguligt, at norska stjórnin vil viðgera tað málið eisini, um talan verður um umfatandi broytingar í Helsingforsavtaluni. Men eg rokni ikki við, at hetta fer at vera nøkur treyt.
-Heldur tú, at man í næstu framtíð fer at síggja Føroyar sum fullgyldugan lim í Norðurlandaráðnum?
-Ja tað haldi eg. Tað nýtist ikki at taka langa tíð. Men tað er ikki avgerandi, um hetta tekur eitt ella fleiri ár. Bara tað hendir er mest umráðandi.
-So tú sær sjálvur fegin, at Føroyar fáa fullan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum!
-Ja.