Fiskurin grevur seg niður í sandin, soleiðis at bara høvdið kemur undan. Tað sær næstan út, sum fiskurin hyggur upp móti stjørnunum, meðan hann bíðar eftir onkrum at eta.

Noreg: Ein trølskur fiskur

- Verður tú stungin av einum stjørnukikara, merkir tú tað veruliga - ja, tú fært rættiliga ilt, leggur norskur djórafrøðingur dent á

Fiskurin grevur seg niður í sandin, soleiðis at bara høvdið kemur undan. Tað sær næstan út, sum fiskurin hyggur upp móti stjørnunum, meðan hann bíðar eftir onkrum at eta.

Ert tú longu stúrin fyri, hvat goymir seg undir vatnskorpuni, tá tú baðar á sjónum, átti tú kanska ikki at lisið hetta. Men, nú er tað ikki soleiðis, at hesin skapningur er so vanligur um okkara leiðir.

 

Norski djórafrøðingurin, Petter Bøckman, sigur, at hetta er ikki ein vanligur fiskur í norskum sjógvi, men tað kemur fyri, at hann eisini er um hesar leiðir.

 

Á enskum kallast fiskafamiljan "stargazers" - og á norskum verður fiskurin róptur stjørnukikari. Um fiskurin hevur føroysk navn, vita vit í løtuni ikki, men kanska onkur lesari veit.

 

Sambært netsíðuni, FishBase, eru 57 sløg at stjørnukikarum á heimshøvunum.  

 

- Hetta er ein sjáldsamur gestur í Noregi. Tú kanst samanbera tað við, at onkur svørfiskur sæst um okkara leiðir av og á. Sum sjóvarhitin veksur, kann fiskurin fara at síggjast oftari, sigur djórafrøðingurin.

 

Hann leggur aftrat, at stjørnukikari finst í flestu heimshøvum.

Myndin av stjørnukikaranum oman fyri er tikin úr einum filmi, sum eldhugaði náttúrufotografurin, Dennis Chan, sambært Jam Press hevur tikið í Singapore.

 

- Ein óvanlig og serstøk sjón. Fiskurin grevur seg niður í sandin, soleiðis at bara høvdið kemur undan. Tað sær næstan út, sum fiskurin hyggur upp móti stjørnunum, meðan hann bíðar eftir onkrum at eta, sigur fotografurin.

 

Djórafrøðingurin, Petter Bøckman, sigur, at fiskurin hevur eiturpinnar, sum hann kann stinga við.

 

- Verður tú stungin av einum stjørnukikara, merkir tú tað veruliga - ja, tú fært rættiliga ilt, leggur norski djórafrøðingurin dent á.

 

Hann sigur, at í slíkum føri noyðist tann, sum stungin verður, til lækna, men eiturið, sum kemur úr fiskinum, er í "lítlan mun" deyðiligt, sum Petter Bøckman málber seg.

 

- So leingi, sum stjørnukikarin fær frið, ger hann ongum nakað, leggur hann aftrat.

 

Sambært Store Norske Leksikon, sum www.dagbladet.no endurgevur, hava onkur sløg av stjørnukikarum elektriskar løðingar í sær, sum kunnu geva ein stoyt, ið svarar til 50 volt.

 

- Í útgangsstøðinum er fiskurin vandaleysur. Hann leggur ikki eftir tær í sjónum, men ert tú óheppin og traðkar á ein slíkan fisk, kann hann stinga teg, sigur Petter Bøckman við norska miðilin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Fiskurin grevur seg niður í sandin, soleiðis at bara høvdið kemur undan. Tað sær næstan út, sum fiskurin hyggur upp móti stjørnunum, meðan hann bíðar eftir onkrum at eta.

Petter Bøckman, djórafrøðingur.