Noreg brúkar neyvan AstraZeneca aftur

Granskari í koppingarevnum heldur, at greiðar ábendingar eru um, at samanhangur er millum AstraZeneca og álvarsligar blóðtøppar.

 

Norski granskarin í koppingarevnum, Gunnveig Grødeland, væntar ikki, at koppingarevnið hjá AstraZeneca móti covid-19 fer at verða brúkt aftur í Noregi, so leingi ikki endaliga er staðfest, hvør samanhangurin er millum koppingarevnið og blóðtøppar, sum hava rakt fleiri fólk eftir koppseting.

Granskarin vónar hinvegin, at nýggj koppingarevni fara at koma á marknaðin.

Gunnveig Grødeland heldur, at greiðar ábendingar eru um, at samanhangur er millum AstraZeneca-koppingarevnið og álvarsligu blóðtøpparnar, og tí heldur granskarin eisini, at tað var rætt av Noregi at steðga við koppsetingum við AstraZeneca.

- Tey, sum hava havt hjáárin, eru ikki fólk, sum eru í vandabólki fyri at menna álvarsliga covid-19 sjúku. Tískil er tað enn týdningarmiklari at finna út av, hvør beinleiðis orsøkin er til, at nøkur fólk, sum eru koppsett við AstraZeneca, hava fingið blóðtøppar.

Norski granskarin í koppingarevnum heldur tað kortini ikki vera skeivt, at stovninum EMA undir Heimsheilsustovninum mælir til framhaldandi koppseting við AstraZeneca.

- Eg hugsi út frá einum EMA-sjónarmiði, at hesi tilmæli geva meining fyri Evropa í síni heild. Enn er ikki ávíst, hvør beinleiðis samanhangurin er millum koppingarevnið og blóðtøppar, hóast tað er trupult at síggja, hvør orsøkin annars kann vera, sigur granskarin í koppingarevnum við norskar miðlar í dag.