Noreg hevði sítt hoyggj við Ukraina, men tað eydnaðist okkara grannum í eystri at vinna ein tepran 31-29 sigur á Ukraina. Ukraina var á odda 16-14 í hálvleikinum, og norðmenn høvdu stórar trupuleikar við at koma í gongd, umframt at Stian Vatne helst er liðugur í EM, tí hann fekk ein skaða í knæið.
Norski landsliðsvenjarin, Kristian Kjelling, fegnaðist um sigurin, men var tó misnøgdur: – Vit spældu sera illa. At vit vunnu hendan dystin, er eitt undur, segði hann.
Fyri hondbóltsfjepparar í Føroyum er eitt spennandi millumumfar í væntu, tí Noreg endar saman við Kroatia og Russlandi í bólki saman við Danmark, Íslandi og Eysturríki í millumspælinum.
Kroatia vann 30-28 á Russlandi, og tað merkir, at Kroatia tekur fýra stig við sær í millumumfarið. Noreg fær tvey stig við sær, meðan Russland einki stig fær við, tí stigini ímóti Ukraina falla burtur.









