Hondbóltur
Noreg vann ein tryggan 34-19 sigur á Portugal, og vunnu tær norsku sostatt innleiðandi bólkin. Men tey iðra seg yviri í Noregi, at Breivik og genturnar ikki fingu fulla undirtøku ímóti Spania, tí Noreg byrjar høvuðsumfarið við 3 stigum, meðan Rumenia hevur 4 stig frá sínum innleiðandi bólki. Norski venjarin, Marit Breivik gleðir seg til Høvuðsumfarið: - Nú hava vit verið ígjøgnum upphitingina, og nú byrjar tað av álvara.
Stýrdu frá byrjan av
Tær norsku løgdu hart út ímóti Portugal, og longu tá 20 minuttir vóru farnir, varð støðan 12-3 til Noreg. Tá byrjaði Portugal at koma seg, og vunnu tær nakað inn á norsku leiðsluna, men aftaná, at Marit Breivik hevði tikið timeout vunnu tær norsku seg uppá 16-9, sum gjørdist hálvleiksstøðan. Tær norsku stýrdu eisini 2. Hálvleiki, men nýtti Marit Breivik høvið til at venja genturnar at spæla álopsspæl, og tí legði hon ”forboð” ímóti kontrarenningum í 2. Hálvleiki. Kari Aalvik Grimsbø í norska málinum fekk eina breiðsíðu frá venjaranum, tá setti eitt kontraálop í gongd. Toppskjúttin hjá Noregi, Linn-Kristin Riegelhuth, sum skeyt 9 mál segði aftaná dystin, at tað kendist løgið, at skula spæla so bundið í ein heilan hálvleik. Men heldur Riegelhuth, at júst hendan royndin kann fara at vísa seg at verða gull verd, tá Noreg skal upp ímóti sterkari mótstøðuliðum. Týskvøldið stendur Danmark á skránni.