Noreg 370 nýggjar smittutilburðir

Tað eru 23 færri enn miðaltalið av tilburðum seinastu sjey dagarnar.

 

 

Noreg hevur júst kunngjørt talið av covid-19 smittutilburðum fyri seinasta samdøgur, og talið er 370. Tað er 23 tilburðir færri enn miðaltalið hvønn dagin seinastu sjey dagarnar, sum er 393.

 

Leygardagin vórðu staðfestir 262 nýggir smittutilburðir í landinum.

 

Í Noreg siga tey, at talið av tilburðum gjarna er minni um vikuskiftini enn vanligu yrkadagarnar, og tað er uttan iva tí, at færri kanningar vera gjørdar um vikuskiftini og heilidagar.

 

Sambært norskum miðlum, sum fylgja koronu-gongdini, er talið av smittutilburðum í landinum veksandi, og í løtuni er smittan veksandi í tilsamans 58 norskum kommunum.

 

Í løtuni liggja 30 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og talið av deyðum higartil av - ella við - covid-19, er 804.