Í gjár - fríggjadagin - vórðu tilsamans 300 nýggir covid-19 tilburðir skrásettir í Noregi undanfarna samdøgur. Gongdin í Skandinavia og í Evropa annars er órógvandi.
Hetta merkir, at nú hevur Noreg havt tilsamans 17.532 tilburðir, síðan farsóttin fór at gera um seg. Tølini í landinum eru sum heild veksandi.
Tilsamans 26 kommunur í Noregi hava í løtuni veksandi smittutøl. Í løtuni eru 44 fólk løgd inn á sjúkrahús, og higartil eru tilsamans 279 fólk deyð í Noregi.











