Tá Newcastle United í gjárkvøldið á útivølli vann 2-1 á Southampton, gjørdist Newcastle triðja felagið í fimm av teimum bestu deildunum í Europa, sum hevur savnað 20 ella fleiri stig saman, síðani nýggja árið byrjaði. Liverpool hevur vunnið sær 22 stig, meðan spanska Barcelona og Newcastle hava skravað heili 20 stig saman.
Tað stóð annars onki til hjá Newcastle, tá saudiarabiska samtakið PIF - Public Investment Fund - saman við PCP Capital Partners og RB Sports & Media yvirtók siðbundna enska felagið Newcastle United Football Club fyrst í oktober 2021. Undir leiðslu av fyrrverandi Manchester United kempuni, Steve Bruce, hevði Newcastle bara savnað 3 stig saman og lá næstniðast.
Skjótt gjørdist greitt, at Newcastle leitaði eftir nýggjum felagsstjóra, men fyrst slapp Bruce at stjórna sínum dysti nummar 1.000.
Valið fall á fyrrverandi felagsstjóran hjá Bournemouth, Eddie Howe, sum skrivaði undir fyrst í november. Brádliga var Howe aftur sameindur við leikarar sum Callum Wilson, Matt Richie og Ryan Fraser. Av ymsum orsøkum stóð Howe fyrstu ferð á síðulinjuni í 2-0 tapinum fyri Arsenal tann 27. november, men síðani er vend altso komin í. Newcastle hevur nú við 31 stigum 10 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Teir hava 11 dystir eftir at leika og næsti dystur verður sunnudagin ímóti Chelsea á Stamford Bridge í London.










