Felagið Norðurlendskur ungdómur í Danmark ynskir eitt tættari og meiri bindandi samstarv millum norðurlond. Tí leggur felagið í dag, á norðurlandadegnum, fram stevnuskránna Framtíð Norðurlanda.
Felagið sigur, at politikkararnir ikki hava havt eitt kjak um norðurlendska samstarvið í longri tíð, og hetta hevur millum annað ført til, at marknaeftirlitið millum fleiri av londunum er sett í verk aftur seinastu árini, tí eingin felags loysn er at hóma á flóttafólkaspurninginum.
Tað er tó ikki stórmál sum hesi, sum eru bulurin í nýggju stevnuskránni. Sara Corneliussen, sum er forkvinna í felagnum, vísir á nøkur øki, har ungdómurin sóknast eftir tættari samstarvi. Hon vísir á, at tað eigur at bera til at samskipa inntøkuna á miðnámsútbúgvingar tvørtur um landamørk, at geva hvørjum øðrum atgongd til tónleik og sjónvarp og gera tað lættari at taka starvsvenjing sína í einum øðrum norðurlandi.
FNU metir tó eisini, at í einum størri høpi er ikki óhugsandi, at norðurlond kunnu gerast eitt samveldisríki. Hetta hevði gjørt Norðurlond til ein nógv størri heimamarknað fyri handil, arbeiðspáss, útbúgving og mentan. Tó so, hetta krevur, at íbúgvar og politikkarar virka fyri og tora at trúgva upp á eina felags framtíð.
Eitt stig á leiðini er at skipa eina javnstøðumeginreglu, sum sigur, at tað ikki er avgerandi, hvørjum norðurlandi ein er frá, tá ein skal atkvøða, søkja um almennan stuðul, stovna fyritøku ella rinda skatt í einum øðrum landi.
- Lat okkum gera tað minni torført at vera íbúgvi í Norðurlondum, sigur Sara Corneliussen.
Endamálið við stevnuskránni er at fáa ung og gomul at taka lut í einum tvørpolitiskum kjaki og hvussu framtíðar norðurlendska samfelagið skal skipast.
Christoffur Gert Nielsen, formaður í Norrøna Ungmannafelag Føroya, vísir á, at tað er danska felagið, sum hevur gjørt hesa stevnuskránna, og at hon ikki er viðgjørd í hinum feløgunum enn.
Í næstum hittast formansskapirnir í ymisku greinunum í Føroyum og tá er ikki óhugsandi, at danska stevnuskráin verður umrødd, sigur hann við in.fo.










