Norðurlond skulu samstarva um verjuna

Nú verður lagt upp til, at verja og trygd eisini verður partur av norðurlendska samstarvinum

Helsingfors-sáttmálin er sjálvt grundarlagið undir tí norðurlendska samstarvinum – bæði í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska Ráðharraráðnum – og nú er farið undir at arbeiða við dagføring av sáttmálanum.

 

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt tilmæli til hetta arbeiðið, formansskapurin í Norðurlandaráðnum tekur undir við tilmælinum, og í heyst verður tilmælið væntandi samtykt í Norðurlandaráðnum, og so verður tað upp til norðurlendsku stjórnirnar at gera ítøkiliga arbeiðið við dagføringini.

 

Eisini verður lagt upp til, at norðurlond frameftir fara at samastarva um verjumál.

 

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum samtykti á farna formansskapsfundi í Vestmannaoyggjunum at heita á norðurlendska stjórnirnar um at gera eina norðurlendska trygdar- og verjunevnd.

 

– Uppskotið er orðað yvirskipað, og tað er gjørt fyri, at stjórnirnar kunnu vera við at avgera meira ítøkiliga, hvat innihaldið í hesum samstarvi skal vera, og hvør leikluturin hjá kommissiónini skal vera, sigur Kristina Háfoss við Sosialin um vikuskiftið.

 

##med2##

 

– Endamálið við kommissiónini verður at koma við tilmælum um, hvussu norðurlond kunnu samstava best møguligt innan verju- og trygdarpolitikk. Norðurlond hava egnar kommissiónir, sum hyggja eftir verju og trygd í teirra landi, men eingin hyggur tvørtur um landamørk. Tað kann tann nýggja norðurlendska kommissiónin gera.

 

– Vit upplivdu í koronutíðini, at hvør stjórn sær fekk tilmæli frá heilsumyndugleikunum í landinum um, hvussu tey skuldu fyrihalda seg. Eingin gav tilmæli úr einum norðurlendskum sjónarhorni ella úr einum regionalum sjónarhorni, sigur hon.

 

##med3##

 

Í løtni hevur Norðurlendska Ráðharraráðið tólv ymisk ráð, har ráðharrarnir hittast og viðgera ymisk evni innan teirra øki – tað kann vera innan til dømis útbúgvingarmál, fíggjarmál ella vinnumál. Við einari dagføring av Helsingfors-sáttmálanum kundi samstarvið innan verjumál verið gjørt meira formligt í norðurlendskum samanhangi.

 

Norðurlendskir verjumálaráðharrar hittast í samstarvinum, sum verður kallað NORDEFCO.

 

 

 

Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum