Ragnar A. Jacobsen hevur eina sendirøð í útvarpinum, hann kallar fyri Norðurljóð, og hesa sendingina eru tey í Norrøna felagnum so fegin fyri, at tey góvu honum eitt norrønt herðaklapp.
- Vit í Norrøna Felagnum fegnast stórliga um, at tú gert títt til at gera vart við norðurlendska tónleikin í útvarpinum, søgdu tey í felagnum, tá ið tey góvu honum herðaklappi í Norðurlandahúsinum í morgun.
- Við sendinginiert tú við til at økja um kunnleikan til norðurlendska mentan, og tú prógvar í hvørjari sending, at norðurlendskur tónleikur er annað enn Vikingarnar og ShuBiDua.
Ragnar Jacobsen greiddi á Rás 2 á miðdegi frá, hví hann fór undir at senda Norðurljóð.
Les eisini Ragnar fekk herðaklapp í morgun