Norðurlendska Ráðharraráðið hevur fyri jól valt 14 umboð úr øllum norðurlondum og baltisku londunum til ymsu nevndirnar undir “Kulturkontakt Nord”. Nevndirnar sita frá 01.01.15. – 31.12.2017.
Í nevndina fyri flytførisstuðul vórðu vald Kenneth Flak, Noregi, Ida Jessen, rithøvundi frá Danmark, Berit Teeäär, frá Estlandi, Margrét Jónasdóttir frá íslandi, sum hevur arbeitt nógv við filmi eisini í Føroyum, Jukka Hyde Hytti frá Finnland og Dávur Winther umboðandi Føroyar.
Hinir bólkarnir, sum eisini veita ymiskan stuðul eru Netverks-grunnurin og bústuðulsskipanin (Artist Recidens). Tilsamans umsita og luta hesar nevndir um 13 mill kr. árliga. Tað er ymiskt hvussu ofta ymisku stuðlarnir verða latnir – Flytførisstuðul verður latin fýra ferðir um árið.
Talan er um stuðulsskipanir, sum baltisku londini og norðurlond kunnu njóta gott av á ymiskan hátt í mentanarligum høpi. Eisini er talan um ymiskar aðrar stuðulsskipanir hjá KKN, sum tað vanliga verður kallað - sí http://www.kulturkontaktnord.org/lang-sv/home
Á fundinum í Helsenki varð eisini avrátt, at stjórin í Kulturkontakt Norður, Per Voetmann og Søren Staun, skrivari – báðir úr Danmark, skulu koma eina kunningarferð til Klaksvíkar og Tórshavnar, har teir fara at kunna nærri um tær ymisku stuðulsskipanirnar hjá Norðurlandaráðnum – serlig Kulturkontakt Norður. Hesin fundurin, sum verður almennur, verður eftir ætlan í apríl í 2015.
Fleiri av teimum, sum vóru við á fundinum, høvdu verið í Føroyum og annars góðan kunnleika til Føroyar á ymsan hátt – bæði inna film, sjónleik, dans og á annan hátt.
Stefan Simonsen
Teirra millum var eisini Stefan Simonsen frá Finnlandi, sum er valdur at sita í nevndini fyri netverksgrunnin. Hann hevur arbeitt sum tónleikalærari í Føroyum í 7 ár og búið í Sandavági fram til 1999. Hann er m.a. kendur innan horntónleikin og spælir basstrombone. Stefan hevur síðani verið í Grønlandi, men býr nú á Álandi, har hann arbeiðir sum tónleikalærari.
Stefan letur heilsa øllum kendum í Føroyum og tosar enn ræðið føroyskt, tó at tað ikki hevur verið partur av gerandisdegi hansara í fleiri ár.
Turið Johannessen
Á skrivstovuni hjá Kulurkontakt Norður, sum liggur úti á eini lítalri oyggj, arbeiða 15 fólk. Teirra millum Turið Johannessen av Sandi sum er starvslesandi hjá Kulturkontakt Norður. Turið hevur lisið mentan og samskifti í keypmannahavn og er nú skiftisnæmingur í Finnlandi, har hon ger avgangauppgávuna til kandidat á universitetinum í Helsinki. Turið hevur í síni lestrartí í Keypmannahavn eisini arbeitt sum starvslesandi á Nordisk kulturfond og ráðharraðnumum har.










