Fýra norðurlond eru millum tey 16, ið sleppa til endaspælið, og tí er bólkur B helst eisini mest áhugaverdur, tí har eru bæði Ísland og Norra, ið saman við sær hava Kroatia og Hvítarussland.
Tað má sigast at vera ein norðurlendskur brakbólkur, og harumframt kom Svøríki í bólk C saman við Spania, Týsklandi og Slovenia, og Danmark kom í bólk D saman við Ungarn, Russlandi og Monenegro.
Í bólki A, sum er einasti bólkur uttan nakað norðurland, eru Frakland, Poland, Makedonia og Serbia, ið øll eru sera góð lið, so fleiri síggja hetta sum dynamittbólkin av teimum fýra.
Í millumumfarinum koma trý tey bestu liðini í bólki A og trý tey bestu í bólki B í sama bólk, og somuleiðis verða bestu liðini úr bólki C og D parað.