Í kvøld eru fleiri av play-off dystunum til seinastu EM plássini komandi summar á skránni.
Dysturin, ið uttan iva hevur størst áhuga í norðanlondum í hesum døgum er klassiska grannauppgerðin millum Svøríki og Danmark, sum verður á skránni í kvøld klokkan 19:45.
Svøríki og Danmark skulu dystast yvir tveir dystir, har vinnarin sleppur við til EM endaspælið í Fraklandi komandi summar.
Ein annar play-off dystur hevur longu verið spældur í dag, sum var millum Ukraina og Slovenia. Tann dystin vann Ukraina 2-0 á heimavølli við málum frá Andriy Yarmolenko og Yevhen Seleznyov.
Dysturin millum Svøríki og Danmark byrjar sum sagt klokkan 19:45, og verður vístur á Kanal 5 á Televarpinum.