Sambært Norðurlandaráðnum førir frælsa fólkaflytingin millum norðurlond stóran búskaparligan vøkstur.
Mett verður, at um 70.000 norðurlendskir borgarar hava bústað í øðrum norðurlendskum landi enn teir arbeiða í, og sambært Norðurlandaráðnum førir flytføri við sær eitt fíggjarligt virði á 5,6 milliardir evrur árliga í Norðurlandahøpi.
- Fríari mørkini millum londini verða, skjótari veksur búskapurin í økinum. Altjóða kappingarevnini verða styrkt, og alsamt fleiri arbeiðspláss verða skapt, sigur Norðurlandaráði í tíðindaskrivi í dag.
At halda eyga við flytførinum settu norðurlendsku forsætisráðharrarnir í 2014 »Markaforðingsráðið« á stovn, sum almannakunngjørdi fyrstu ársfrágreiðingina í dag. Funnið varð fram til 29 ítøkiligar forðingar, sum forða fyri ómakaleysum flytføri millum norðurlond, og í 2014 er komið á mál við trimum teirra.
- Tað verður eitt nú miðað í móti at skipað eina meira einsháttaða lóggávu fyri sosialu trygdina hjá lesandi í norðurlondum. Hetta er til tess at tryggja, at eingin lesandi endar uttanfyri skipanina vegna mun á tjóðarásetingunum ella. Harumframt verður arbeiði lagt í, at gera skattaásetingarnar greiðari, soleiðis, at tað gerst ómakaleyst at arbeiða í øðrum landi enn ein hevur bústað í, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Fyri 2015, væntar Markaforðingsráðið at komið verður á mál við minst fýra øðrum av teimum 29 flytførisforðingunum.