Norðurlendskir tónleikabólkar fara á pall í Norðurlandahúsinum 15. februar.
Norðurlendskt 2014 er heitið á tónleikaferð, har norðurlendskir bólkar fara á pall.
Tað verða 10 konsertir í Danmark, og 4 konsertir í Føroyum og Íslandi.
Bólkarnir fara á pall í Føroyum tan 15. februar klokkan 20:00. Hetta hendir í Norðurlandahúsinum.
Nordisk 2014 hevur til endamáls at vísa fram nýggjar bólkar, sum í heimlandinum hava undanvind.
Í Føroyum fara hesir bólkar á pall:
SEKUOIA (DK) :: GOOD MOON DEER (IS) :: SEA CHANGE (N) :: BYRTA (FO)
Bólkarnir koma úr Danmark, Noregi, Íslandi og Føroyum.