Norðurlendska Hawaii

Villar, vindblástar og óvæntað snøggar, skrivar New York Times um Føroyar.

Undan sólarmyrkingini fekk Føroyar ómetaliga nógv uppmerksemi frá útlendskum miðlum. Á lista eftir lista vóru Føroyar nevndar sum merkisverdar og millum tey pláss í heiminum, ið vóru mest verd at vitja í 2015.

 

Spurningurin var so, hvussu stórur áhugin fór at vera eftir sólarmyrkingina, men okkurt bendir á, at allur áhugin als ikki er køvdur.

 

Í gjár stóð ein ferðafrásøgn úr Føroyum at lesa í stóru amerikansku avísini New York Times.

 

- Fyrst hevur tú stóra mosagrógvna landslagið í Føroyum, sum er so løgið og harðliga vakurt at heilin steðgar upp. Síðani hevur tú tað køldu, søltu norðuratlantisku luftina, so reina, at tað næstan skerir í nøsini, og so tað varna, sálarliga svimbuli, sum tú fært av at vera í einum staðið so fjarskotnum, villum og, burtsæð frá vindinum og fuglalátrinum, stillum, byrjar greinin í New York Times.

 

Í greinini verða Føroyar nevndar ein norðurlendsk útgáva av Hawaii. Greinaskrivarin tosar síðani søguna, um fuglalívið og um verandi støðuna, áðrenn hann vísir á mest sermerktu støðini at vitja í Føroyum.