Norðurlendska grundlógin skal dagførast

– Johan Dahl luttekur í arbeiðnum, sigur Sambndsflokkurin í tíðindaskrivi í morgun.

- Eg eri sera glaður fyri at verða valdur sum føroyska umboðið í arbeiðsbólkinum, sigur Johan Dahl.

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur á summarfundi í Tróndheimi gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at útgreina tørvin fyri eini dagføring av Helsingfors sáttmálanum – ofta nevnd “grundlógin” fyri norðurlendska samstarvinum.

 

Johan Dahl luttók á fundinum, og varð valdur í arbeiðsbólkin.

 

- Eg eri sera glaður fyri at verða valdur sum føroyska umboðið í arbeiðsbólkinum. Føroysk ynski og áhugamál mugu vera væl umboðað í útgreiningini av tørvinum at dagføra sáttmálan. Eg gleði meg til, at arbeiðið fer í gongd, sigur hann.

 

Sáttmálin varð seinast dagførdur í 1996.

 

Les meira á leinkjuni: https://www.norden.org/da/node/81543

 

- Eg eri sera glaður fyri at verða valdur sum føroyska umboðið í arbeiðsbólkinum, sigur Johan Dahl.