Norðurlendsk matgerðarlist er vorðin heimsins besta seinastu fáu árini. Matstovan Noma, í Keypmannahavn, hevur vunnið fyrsta pláss á lista yvir heimsins bestu matstovur. Eisini hava matstovur her heima vunnið heiðurin at vera við á slíkum listum.
Hendan útviklinginin innan matgerð í norðanlondum hevur gingið skjótt, og nógv er hent seinastu árini, nú norðanlond javnan eru at síggja á slíkum listum.
Stevnuskráin, sum hevur virkað til at veita norðurlendska matinum viðurkenning varð útviklað av norðurlendskum kokkum, sum hava fingið fólkið at síggja ta góðu rávøruna, sum er rundan um okkum í norðanlondum.
Í stevnuskránni stendur til dømis at maturin, sum gjørdur verður skal vísa á skiftandi árstíðirnar, og vísa virðing fyri dýrunum á sjógvi og landi.
Stevnuskráin kann lesast her.










