Í døgunum 23. og 24. apríl skipar Badmintonsamband Føroya fyri norðurlendskari kapping í Havn. Kappingin ber heitið Junior Faroe Islands Open og aldursbólkarnir eru U15, U17 og U19.
Kappingin er í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og hon er eisini býtt upp í styrkisbólkar, sum eru A og B.
Kostnaðurin er 100 krónur fyri hvønn leikara í einmansleiki, men tá hevur Badmintonsambandið eisini skipað fyri ókeypis gisting.
Seinasta freist at melda til kappingina, sum verður spæld í Badmintonhøllini í Havn, er 23. mars.