Í døgunum 2. juli til 7. juli verður ISB vertur fyri norðurlendskari ítróttarlegu fyri ung (NIFU), og legan verður hildin á Toftum. Setanin fer fram í fimleikarhøllini í Tofta skúla fríggjadagin 3. juli klokkan 18. Tað verður borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sum fer at seta leguna, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Við setanina, har høvi eisini verður at siga nøkur orð, fer Nes sóknar Hornorkestur at spæla, og lið úr Støkk fer at gera fimleik.
- NIFU er tað, sum fyrr varð kallað Nordisk Børne og Ungdomslejr (NBU), og er hetta aðru ferð, at legan er í Føroyum. Fyrru ferð var í 2003.
Nes kommuna veit at siga, at norðurlendska legan, sum verður hildin annaðhvørt ár, er sprottin úr samstarvi millum norðurlendsku sersambondini fyri ítrótt millum fólk ið bera brek.
Hetta verður seinastu ferð, at legan verður í hesum sniði, tí undirtøkan er minkandi í ymisku londunum. Tá legan verður aftur í Danmark, verður hon í nýggjum hami.
Umleið 55 luttakarar verða við í ár, og her verður vant og kappast í borðtennis, fimleiki, svimjing og frælsum ítrótti. 15-20 føroysk ungfólk fara at luttaka.
Í Nes kommunu vita tey at siga, at luttakararnir fara at búgva og eta í Tofta skúla, har eisini fleiri av kappingunum verða í fimleikahøllini og í svimjihylinum. Kappingarnar í frælsum ítrótti verða á Svangaskarði, verður lagt aftrat.