Eftir mong ár við hægri intelligensi í Norðurlondum vendi menningin í 1990'unum, og síðani er intelligensurin alsamt fallin.
Í fleiri á hækkaði intelligensurin í Skandinavia. Men miðskeiðis og síðst í 1990'unum vendi menningin, og ein framskriving vísir nú, at IQ hjá norðurlendingum alsamt fer at falla tey næstu mongu árini.
Menningin verður í eini nýggjari granskingargrein lýst av James Flynn, professara, sum er ein av teimum leiðandi granskarum innan intelligens, og Michael Shayer, professara.
Teir hava kannað menningina eitt longri tíðarskeið í Skandinavia, USA og fleiri øðrum londum.
Granskingargreinin er givin út í tíðarritinum Intelligence í januar-februar útgávuni í ár.
– IQ-hækkingini í 20. øld skinklar. Intelligenslækkingin í Norðurlondum eftir 1995 er í miðal upp á 6,85 IQ stig, tá tað verður framskrivað yvir 30 ár, stendur í greinini.
Professararnir hava millum annað hugt eftir tølum í Finnlandi, Noreg og Danmark. Her er mennginin stórt sæð tann sama.
Miðskeiðis og í endanum av 1990'unum fór IQ'ið at falla í øllum teimum trimum londunum.
Granskararnir vísa á, at teir faktorar, sum góvu hækkandi IQ í Norðurlondum, kanska eru uppbrúktir – millum annað skúlaskipanin.
– Vit hava sæð, at skúlaarbeiðið er minni krevjandi í nógvum londum, sigur James Flynn við svenska blaðið Forskning & Framsteg.
Tølini úr Danmark eru býtt upp í skeiðini 1988 til 1998, har intelligensurin er vaksin ár um ár.
Harnæst hava Flynn og Shayer hugt eftri tølum frá 1998 til 2004, har tað hinevegin hevur verið árligt fall í intelligensstøðinum.
Teir báðir professararnir hava so gjørt eina framskriving upp á ættarliðið, sum er 30 ár, frá 1995 til 2025. Hon vísir, at tað verður eitt fall í IQ upp á 6,48 stig.
Men nýggju tølini vísa tó, at framskivingin ikki reiðiliga heldur.
Thomas Teasdale, lektari við Keypmannahavnar Universitet, sigur, at hansara tøl frá tíðarskeiðinum 2005 til 2016 vísa, at menningin í intelligensinum stórt sæð hevur staðið í stað hesa tíðina.
Thomas Teasdale hevur tó ikki almannakunngjørt tølini enn, sum hann ikki fekk í hendi fyrr enn nú fyri tveimum mánaðum síðani.
Í einum teldposti til videnskab.dk greiðir James Flynn frá, at framskrivingini hevur ta fortreyt, at »miðal IQ heldur fram við at fall eins nógv, sum tað gjørdi millum 1998 og 2004«.
Thomas Teasdale kann hava rætt, men eingin veit, tí enn eru eingi almannakunngjørd tøl frá 2004, skrivar James Flynn í telduposti til Videnskab.dk.
/ritzau/










