Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur sett arbeiðsbólk at greina, hvussu sáttmálin, sum er frá 1962, kann dagførast. Helsingforssáttmálin er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum. Seinasta dagføringin varð gjørd í 1995.
– Vit kunnu siga, at norðurlendska samstarvið á mangan hátt ikki er ment á sama hátt sum annað altjóða samstarv seinastu áratíggjuni. Um vit ikki gjøgnumganga og bøta Helsingforssáttmálan nú, so er vandi fyri, at norðurlendska samstarvi missir nakað av sínum týdningin næstu tíðina, sigur Hanna Katrín Fríðriksson, forkvinna í arbeiðsbólkinum.
##med2##
##med3##
Arbeiðsbólkurin hevur lagt fram uppskot sítt í frágreiðing á Norðurlandaráðsfundinum í Havn í dag, har høvuðsevnið var trygd, friður og tilbúgving í Norðuratlantshavi. Bólkurin hevur síðani síðsta summar arbeitt við at kortleggja, hvørji tørvir eru fyri dagføring av Helsingforssáttmálanum. Í ljósinum av trygdarpolitiska veruleikanum í Norðurlondum og í Evropa eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina í 2022 og av at Svøríki og Finnland eru vorðin limir í Nato heldur bólkurin, at tað hevur týdning, at tað avspeglar nýggju avbjóðingarnar og møguleikarnar, sum Norðurlond standa fyri.
##med4##
##med5##
Hvat við veðurlagspolitikki og marknaforðingum?
Umframt uppskotið um at taka trygdar-, verju- og tilbúgvingarspurningar við í sáttmálan hevur arbeiðsbólkurin eisini eina røð av viðmælum fyri, hvussu sáttmálin kann dagførast fyri at liva upp til heimin, sum hann er, til dømis er veðurlagspolitikkur als ikki við í sáttmálanum,hóast tað í dag er eitt týdningarmikið norðurlendskt arbeiðsøki. ##med6##
##med7##
Eisini marknaforðingar er nakað, sum arbeiðsbólkurin kundi hugsað sær við.
##med8##
##med9##
Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum verður viðgjørt í formansskapinum í Norðurlandaráðnum í juni, sum síðani tekur støðu til, um farið verður víðari við tilmælunum til stjórnirnar í Norðurlondum um dagføring av Helsingforssáttmálanum.
##med10##
##med11##
##med12##
Les frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum her (á norskum)






















