Norðurkoreanskir hermenn til Russlands

Norðurkorea hevur sent eina herdeild við 1500 hermonnum til Vladivostok í Eysturrusslandi og fer í næstum at senda fleiri hermenn.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un taka í hondina á hvørjum øðrum. Russland fær stuðul frá Norðurkorea í krígnum móti Ukraina. (Savnsmynd). - Mynd: Kristina Kormilitsyna/Ritzau Scanpix

Tað heldur í øllum førum suðurkoreanska fregnartænastan (NIS) út frá fylgisveinamyndum.

Sambært Suðurkorea fer Norðurkorea at senda eitt stórt tal av hermonnum til Russlands at stuðla landinum í stríðnum móti Ukraina.

Talan er um 12.000 tilsamans.

Sambært NIS fáa serdeildirnar venjing, og síðani verða tær settar á fremstu røð í krígnum móti Ukraina.

Ukraina sigur, at norðurkoreanskir hermenn longu hava stríðst á russiskari síðu.

Fleiri norðurkoreanskir yvirmenn vórðu eftir øllum at døma dripnir í einum álop í Donetsk í Ukraina fyrr í oktober.

/Ritzau/dpa/