Norðurkorea stongir allar stovnar, sum arbeiða fyri sameining ella við ferðavinnu millum Norðurkorea og Suðurkorea.
Tað skrivar almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA sambært Ritzau.
Landsins leiðari, Kim Jong-un, sigur, at ein sameining er ikki longur gjørlig. Hann fer tí at broyta grundlógina, so at Suðurkorea frameftir verður roknað sum ein statur fyri seg.
Sambært Kim Jong-un hevur Norðurkorea ikki nakað ynski um kríggj – men hevur heldur ongar ætlan um at sleppa undan kríggi.
Fráboðanin frá Kim Jong-un kemur, eftir at spenningurin á koreansku hálvoynni er øktur. Norðurkorea sendi í november ein njósnarafylgisvein í ringrás og hevur fleiri ferðir skotið ballistiskar rakettir. Seinast var sunnudagin, siga Japan og Suðurkorea.
Formliga hava Suðurkorea og Norðurkorea verið í kríggi síðani 1950. Í 1953 samdust tey um vápnahvíld, sum hevur verið hildin síðani.
Eingin friðaravtala er gjørd millum londini, og tí valdar krígsstøða í prinsippinum millum londini.











