Norðurkorea boðar frá 21 deyðum av koronu

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, sigur smittuútbrotið vera eina stóra vanlukku, men sigur, at landið fer at klára tað.

 

Hósdagin vísti norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, seg á fyrsta sinni við masku í sjónvarpi. Sama dag vóru fyrstu tilburðirnir við koronuvirusi staðfestir í ógvuliga stongda landinum. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix

Í gjár doyðu 21 fólk við fepuri í Norðurkorea. Tað hendir fáar dagar, eftir at landið hevur skrásett fyrsta almenna tilburðin við koronuvirusi.

Tað upplýsir statsligi norðurkoreanski miðilin KCNA sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað er ikki váttað, at orsøkin til tey 21 andlátini eru koronuvirus. Í gjár var tað í KCNA váttað, at tað var talan um ein tilburð við koronuvirusi í landinum.

KCNA skrivar, at 280.810 fólk við sjúkueyðkennum av koronuvirusi eru í viðgerð. Tilsamans 27 fólk eru deyð, eftir at fepurstøðan við ókendum uppruna hevur spreitt seg síðani síðst í apríl.

Landsins leiðari, Kim Jong-un, sigur, at útbrotið er ein »stór vanlukka«, men at landið fer at klára seg ígjøgnum kreppuna.

Kim Jong-un sigur, at Norðurkorea kann læra av royndunum hjá Kina við at berja niður farsóttina.

Leiðarin sigur sambært KCNA harumframt, at kreppan er íkomin av ódugnasemi og ábyrgdarllysi hjá floksdeildum og tilbúgving teirra ímóti farsóttum.

Tí skal tað sambært Kim Jong-un gerast eitt átak fyri at steðga útbreiðsluni av virusinum skjótast gjørligt.

Sambært tíðindastovuni AFP vórðu longu í gjár funnin 174.440 nýggir tilburður við fepurstøðuni.

Serfrøðingar siga sambært AFP, at heilsuskipanin í Norðurkorea er tann ringasta í heiminum. Har manglar bæði grundleggjandi heilivágur og útgerð.

Tað er boðað frá landsumfatandi stongslig við íblástri úr tí, sum Kina hevur gjørt undir farsóttini.

– Vit eiga at læra av royndunum og væleydnaðu úrslitunum hjá kommunistaflokkinum í Kina og kinesiska fólkinum, sigur Kim Jong-un.

Kina, sum enn hevur sum mál at røkka null tilburðum við koronuvirusi, stríðist í løtuni við fleiri útbrot av koronubrigdinum omikron. Nakrir býir, teirra millum stórbýurin Shanghai, eru undir hørðum tiltøkum, har borgarar hava fingið boð um at vera heima.

Norðurkorea hevur áður víst aftur tilboð um at fáa koppingarevni bæði frá Kina og Heimsheilsufelagsskapinum WHO.

/ritzau/

 

 

Hósdagin vísti norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, seg á fyrsta sinni við masku í sjónvarpi. Sama dag vóru fyrstu tilburðirnir við koronuvirusi staðfestir í ógvuliga stongda landinum. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix