Í Norðurírlandi eru tey, sum í Finnlandi eisini væl nøgd við lutakastið til EM-undankappingina, har Føroyar, Rumenia, Ungarn og Grikkaland manna bólk F saman við Norðurírlandi og Finnlandi.
Í Norðurírlandi síggja tey nú møguleikan at spæla seg í EM-endaspælið, tí tað verða heili 24 lond sum skulu kappast í EM-endaspælinum í Fraklandi í 2016. Landsliðsvenjarin hjá Norðurírlandi, Michael O´Neill sigur við BBC, at tað kann vísa seg, at 14 stig verða nóg mikið til at røkka einum triðja plássi í bólkinum.
Michael O´Neill staðfestir, at tað er sera týdningarmikið, at Norðurírland fyrst og fremst fær sigrar og javnleikir á heimavølli á Windsor Park í Belfast, um teir skulu røkka triðja plássinum, ella fyri tað einum øðrum plássi. Norðurírar staðfesta, at Føroyar eru nummar 172 á FIFA-styrkislistanum, men norðurírar hava á tveimum sinnum spælt javnleik 1-1 ímóti Føroyum í tveimum EM-undankappingardystum í 1991, og í 2010. Norðurírar undirmeta á ongan hátt Føroyar.
Norðurírland hevur ikki tikið lut í einum endaspælið, síðani HM-endaspælið í Meksiko í 1986: - Okkara mál er at spæla okkum beinleiðis í EM-endaspælið, men tað er gott at vita, at um tað kiksar, so loysir tað seg at stríðast um triðja plássið, sigur ein vónríkur Michael O´Neill við BBC. - Tað skuldi verið møguligt at vunnið 14 stig í hesum bólkinum, sum kann vísa seg at verða nóg mikið til at røkka til eitt triðja pláss í bólkinum, staðfestir Michael O´Neill.
Eins og finski landsliðsvenjarin, so er Michael O´Neill fegin um at verða sloppin undan stórum londum, sum Spania, Týsklandi og Niðurlondum.