Almenni stovnurin Jarðfeingi er í løtuni í samráðingum við umboð úr Íslandi og Bretlandi, um eina risaverkætlan at knýta londini saman í ein elkaðal.
Tað var í gjár, at bretska blaðið The Independent skrivaði, at bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sum í gjár var á vitjan í Íslandi, fór at tosa við íslendingar um møguleikan at gera ein elkaðal millum Ísland og Bretland, ið skal veita bíliga orku til bretar.
Tað er nógv ártíggjund síðani, at føroyingar byrjaðu at tosa um ein slíkan kaðal millum Ísland og Føroyar, og sambært Kára Mortensen úr Jarðfeingi, so eru Føroyar í løtuni knýttar at tveimum slíkum verkætlanum.
- Vit eru í løtuni við í einum arbeiði, har møguleikin fyri einum elkaðal Norðuratlantshavinum verður kannaður. Tann kaðalin skal knýta Grønland, Ísland, Føroyar, Hetland og Skotland saman.
- Eftir ætlan skal ein frágreiðing um hesa verkætlanina liggja klár í vár.
Sambært Kára Mortensen, so hava føroyingar eisini møguleikan at gerast ein partur av nýggju verkætlanini hjá Bretland og Íslandi.
- Vit hava fingið ein fyrispurning frá bretum og íslendingum, um vit ynskja at vera ein partur av verkætlanini. Síðani hava vit havt samband og fundir við fólkini handan verkætlanini.
- Í fyrstu atløgu inniber tað, at møguleikarnir fyri at fáa kaðalin upp í Føroyum verður kannaðar. Tað vil siga, at tað skal kannast, um tað loysir seg fíggjarliga o.s.fr.
- Vit meta, at tað er nakrar fyrimunir at vera við. Gamla landsstýrið varð kunnað um hesa verkætlan, og tóku undir við henni, men nýggja landsstýrið má eisini taka støðu til hana.
Talan verður tó ikki um, at føroyingar skulu innflyta bíliga orku úr Íslandi, men heldur, at føroyingar selja vindorku til onnur lond.
- Hetta er ein stórur kaðal, ið skal koma á land í Føroyum, ið skal kunna leiða 1000 gigawatt. Um vit seta vindmyllur upp, ið kunnu framleiða um 500 megawatt, so kunnu vit útflyta orku til onnur lond.
- Ætlanin er ikki, at innflyta orku sjálvi, tí Føroyar skulu vera sjálvforsýnandi við orku. Men møguleikin er har, at um ongin vindur og lítið vatn er eitt summar, so kunnu vit keypa orku úr Íslandi.










