Fyrst í november i 2013 lat stásiliga húsið á bryggjunu í Odense upp, sum vanliga verður kallað Norðuratlantiska Húsið.
Norðuratlantiska Húsið er eitt rættiliga væl vitjað mentanarhús, ið m.a. hevur eina kenda matstovu. Húsið hýsir eisini Grønlengingafelagnum, Íslandsfelagnum og Føroyingafelagnum á Fjóni – og harumframt er eitt kollegium knýtt at húsinum.
Tá ið húsið læt upp, handaði Klaksvíkar kommuna húsinum ein veggjamálning, sum Edward Fuglø hevur gjørt - Svanadrotningin - og hevur listaverkið vunnið húsinum nógvan sóma.
Drotningin hevur verið og vitjað Norðuratlantiska Húsið og stóð serliga á skrá, at hon skuldi síggja Svanadrotningina, sum henni líktist væl á.
Stýrið fyri Norðuratlantiska Húsið var um vikuskiftið og vitjaði í Føroyum. Hósdagin hittu tey, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, í Tinganesi, har tey kunnaðu um virksemið í Norðuratlantiska Húsinum. Eisini vitjaðu tey í Norðurlandahúsinum.
Við í ferðalagnum vóru formaðurin fyri Norðuratlantiska Húsið, rådmand Steen Møller, næstformaðurin, Benny Nybo, stýris- og býráðslimurin Claus Houden, stýrislimurin Bylgja Winther-Jørgensen, stjórin í Norðuratlantiska Húsinum, Kirsten Mærsk, skrivstovukvinnan í Norðuratlantiska Húsinum, Annette Lyberth, stjórin í Amplexa Genetics A/S, Hans Atli Dahl, deildarstjórin í Odense Bý- og Mentanardeild, Ellen Drost og formaðurin fyri “Nordatlantisk Erhvervsklub” Jørgen Peter Poulsen.
Fríggjadagin lá leiðin til Klaksvíkar, har tey vitjaðu Christianskirkjuna. Har greiddi Alex Sólstein frá altartalvuni, og Edward Fuglø um listaverkið í kirkjukjallaranum, Jesus úr Nasaret.
Eisini varð vitjað á Kósini, P/F Hvalnes, hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra, Føroya Bjór, og skipað varð eisini fyri einum kunnandi fundi millum Vinnulívsráðið og “Nordatlantisk Erhvervsklub”, har eisini Havna- og Vinnunevndin var við.
Um kvøldið var borgarstjórin vertur fyri einum døgurða fyri gestunum úr Odense.
Leygardagin varð farið í fjøllini, og høvdu tey ikki orð fyri øllum tí vakra, tey sóu, og vóru tey annars takksom fyri eina hendingaríka ferð.










