Nordstrand er toppskjútti

Tað hevur gingið strúkandi hjá álopsspælaranum Morten Nordstrand, sum í summar skifti frá Lyngby í 1. deild til FC Nordsjælland í superliguni. Nordstrand var álopsfelagi hjá Christian Lamhauge Holst í Lyngby, men nú roynir hann seg í bestu deildini. Í gjár var seinasta umfar í superliguni fyri vetrarsteðgin, og Nordstrand skoraði tvey mál fyri FCN. Hetta vóru mál nummar 9 og 10 hjá Nordstrand í heyst, og hann er toppskjútti í superliguni.