Norðoyastevnuframsýningin á Skúlatrøð

Í Miðhøllin á Skúlatrøð hevur í nógv ár verið skipað fyri “opnari” listaframsýning á Norðoya-stevnu, har øll kunnu sýna fram.

Soleiðis er eisini hesaferð.

 

Tað var Norðoya Listafelag, sum stóð fyri framsýningini, men seinnu árini hevur tað verið Klaksvíkar Rotary Klubbi, sum hevur skipað fyri framsýningini. Tey hava havt tvær listaframsýningar, áðrenn korona órógvaði í 2020 og 21.

 

Tað plagar at vera væl vitjað við framsýnarum, og eru ofta fleiri enn 100 listaverk við á framsýningini.

 

Norðoyastevnuframsýningin er altíð væl vitjað, og hon hevur opið í dag í miðhøllini á Skúlatrøð frá klokkan 15 til 20.